Haldgott avkast og váðaspjaðing
Freistandi valmøguleiki til lánsbrøv og partabrøv
Søguliga miðal avkast omanfyri 7,5% og vænta avkast á 7,5% yvir eitt 3 ára tíðarskeið eftir útreiðslur og kreditváða
Mánaðarlig afturgjalding av lánsveitingum til tína kontu í Flex Funding
Siðbundnar trygdir sum tinglýsing av veðbrævi, ábyrgdum v.m.
Stutttíðar íløgur og møguleika at selja tínar lánslutir í ótíð
Soleiðis virkar tað
Í Flex Funding er møguligt at fáa eitt væl betri avkast av tínum íløgum, og fyritøkurnar fáa betri lánitreytir. Avkastið er væl betri, tí tú lænir beinleiðis til lánførar fyritøkur.
Soleiðis ert tú tryggjað/ur
Flex Funding er tann einasti lánipallur í Danmark og Føroyum, sum hevur fingið óavmarkað loyvi frá Fíggjareftirlitinum at bjóða crowdfunding. Innistandandi á kontu í Flex Funding er tryggjað í Innskjótaratrygdargrunninum (Indskydergarantifonden). Tú kanst lesa meira her.
Beinleiðis lán til fyritøkur, kann á sama hátt sum íløgur í lánsbrøv, partabrøv og onnur virðisbrøv hava við sær vinning og tap. Vit viðmæla tí, at tú spjaðir tínar íløgur í lán til fleiri fyritøkur. Minst tó til, at áður vunnið avkast ikki við fullari vissu er avgerandi fyri framtíðar avkast.
Avkastið er roknað við grundarlag í, at peningaíløgan er óbroytt í tí givna tíðarskeiðinum (íleggjari enduríleggur mánaðarligu avdráttirnar, og fær útgoldið tær mánaðarligu rentuinntøkurnar). Tann metta rentan er 4,09%, sum er grundað á ta mettu miðalrentuna fyri okkara 5 váðabólkar minus metta tapsváða, umframt provisjón til Flex Funding. Beinleiðis lán til fyritøkur javnsetast ikki við innistandandi upphædd á einari kontu í einum peningastovni ella á einari kontu í Flex Funding, og er harvið ikki tryggjað av Innskjótaratrygdargrunninum (Indskydergarantifonden). Les meira her.
Tá tú gert tínar íløgur gjøgnum Flex Funding, lænir tú pening út til smáar og miðalstórar fyritøkur. Hetta kann hava við sær bæði vinning og tap.
Lánveitarar siga
Heino Jackobsen
Merete L. Damm
Hví velja Flex Funding?
Fullur smidleiki – tú avger sjálv/ur, hvat tín peningur verður læntur til
Um tú skalt nýta tín pening í ótíð, kanst tú seta tínar lánslutir til sølu á okkara marknaðarplássi
Vit hava ikki nøkur fjald tænastugjøld, og tú fært, hvat tú sært. Okkara treytir eru sera einfaldar og sjónligar. Einki er skrivað við smáum.