Kæruvegleiðing
Kærumannagongd
Hevur tú ikki fingið nøktandi kunning ella ert misnøgdur á annan hátt við okkara tænastu, so er tað umráðandi, at tú setur teg í samband við okkum skjótast til ber. Ábyrgdarfólkið fyri kærum í Flex Funding hevur skyldu til at tryggja, at hvør klaga, sum er orsakað av einari villu ella skeivleika hjá okkum, verður skjótast til ber viðgjørt. Skulu vit kunnu viðgera eina klagu, so mást tú senda eina skrivliga frágreiðing, harí tað framgongur, hvat tú ert misnøgdur um. Vit vilja viðgera klaguna skjótast til ber.
Fíggjareftirlitið er eftirlitsmyndugleiki viðvíkjandi ‘Lov om betalingstjenester’. Klagum viðvíkjandi, hvussu gjaldskipanin virkar ella annað í sambandi við ‘Lov om betalingstjenester’, kann stílast til hendan myndugleika á bústaðnum:
Århusgade 110, 2100 København Ø
tlf. +45 33 55 82 82
www.finanstilsynet.dk
Brúkaraumboðsmaðurin hevur eftirlit við okkara marknaðarføring, og at kundar okkara fáa rættar upplýsingar. Klagur viðvíkjandi boðum og upplýsingum skulu tískil stílast til Brúkaraumboðsmannin á bústaðnum:
Skálatrøð 20, Postboks 73, 110 Tórshavn
tlf. 35 80 00
www.bruk.fo
Persónsdatalógin inniheldur reglur fyri varðveitslu og nýtslu av persónsupplýsingum t.d. p-tals nummar. Klagur viðvíkjandi viðgerðini hjá Flex Funding av hesum upplýsingum kunnu stílast til Dátaeftirlitið á bústaðnum:
Tinganes, Postboks 300, 110 Tórshavn
tlf. 30 91 00
www.dat.fo