Spurningar og svar (OSS)
Vælkomin til kundatænastuna
Her kanst tú finna svar uppá tínar spurningar. Vit hava býtt spurningarnar upp, so teir eru skipaðir eftir lántakara og lánveitara. Vel OSS fyri lántakarar ella OSS fyri lángevarar.
Undir OSS alment finnur tú spurningar og svar uppá, hvussu tú stovnar teg sum kunda. Hvussu tú kanst flyta pengar, broyta tína vangamynd og annað.
Hevur tú ein ávísan spurning, sum ikki verður svaraður her, trýst so á knøttin ‘Send ein fyrispurning’.
OSS alment
Hvussu trygt er tað at brúka Flex Funding?
Trygdin er høgt raðfest hjá Flex Funding. Sum minsta krav liva vit upp til leiðreglurnar hjá Fíggjareftirlitinum fyri fíggjarstovnar umframt leiðreglurnar hjá Dátaeftirlitinum fyri varðveitslu av persónsupplýsingum.
Trygt samskifti
Vit brúka trygdarskipan, sum er ment av GlobalSign. Hetta merkir, at tú kanst hava álit á okkara heimasíðu, og at alt samskiftið millum tína talgildu eind (teldu, fartelefon, teldil) og okkara ambætarar er bronglað.
Trygt brúkaraprógv
Sum brúkari kanst tú rita inn við tínum telduposti umframt einum loyniorði, sum tú velur. Tá ið tú stovnar, verður tú biðin um at vátta tín teldupost. Harumframt skalt tú geva svar uppá tríggjar trygdarspurningar. Hvørja ferð tú ritar inn á Flex Funding online pallin, verður tú biðin um at svara einum av teimum trimum valdu trygdarspurningunum.
Trygg kontustovnan
Eftir at tú hevur stovnað eina brúkarakontu, skalt tú stovna eina Flex Funding-kontu. Tú kanst velja at stovna eina privatkontu við atknýttum p-tals nummari og / ella eina virkiskontu við tilhoyrandi v-tals nummari.
Umframt hetta verður tú í onkrum føri biðin um at senda hóskandi bústaðar- og myndaskjalprógv í samsvari við lóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvasking av avkasti og fígging av yvirgangi.
Trygg datagoymsla
Tíni data verða goymd á eini stórari datagoymslu (í ES), sum altíð er tøk samstundis sum trygdaravrit javnan verða tikin av øllum data. Allir persónsupplýsingar eru bronglaðir eins og samskiftið millum tey ymisku dataløgini verður gjørt við framkomnum bronglaðum mannagongdum.
Trygg innanhýsis dataviðgerð
Øll atgongd til tíni data innanhýsis í fyritøkuni verða loggað og stýrd av eini framkomnari brúkararættindismatrisu. Hetta hjálpir okkum at skilja funkurnar sundur. T.d. hvør hevur loyvi til at gera hvat. Tær flestu broytingarnar í okkara skipanum kunnu bert gerast av tveimum persónum við ymsum loyvum.
Eitt nú er tað ikki gjørligt hjá einum starvsfólki at broyta títt bankakontunummar.
Soleiðis ert tú tryggjað/ur
Flex Funding er einasti lánipallur í danska ríkinum, sum hevur fingið óavmarka loyvi frá Fíggjareftirlitinum til at bjóða crowdfunding. Innistandandi á kontu í Flex Funding er m.a. tryggjað gjøgnum Trygdargrunnin fyri innskjótarar og íleggjarar (Indskydergarantifonden). Tú kanst lesa meira her: OSS fyri lánveitarar --> Hvussu eru mínir pengar tryggjaðir hjá Flex Funding?
Hvussu er Flex Funding stýrt?
Flex Funding hevur fingið óavmarkað loyvi frá Fíggjareftirlitinum sum gjaldstovnur at bjóða crowdfunding. Tí verður m.a. hesi krøv sett
- krav til at leiðslan er egnað (”Fit & Proper”)
- krav til tann hægsta minstakapital
- krav til trygging av pengunum hjá kundunum (”ring fencing”)
- krav til eina trygga KT-skipan íroknað viðgerð av mannagongdum og váða
- krav til váða- og játtanarvirksemi
- krav til frágreiðingar til Fíggjareftirlitið
Harumframt eru innistandandi á kontu í Flex Funding tryggjaði av Trygdargrunninum fyri innskjótarar og íleggjarar (Indskydergarantifonden).
Hvussu eru skattareglurnar fyri crowdfunding?
Her sært tú reglurnar hjá SKAT (Danmark) fyri crowdlending
SKAT hevur givið út eina vegleiðing um, hvussu crowdlending skattliga verður viðgjørt.
Her kanst tú eitt nú lesa, hvussu tú verður skattaður av inntøkum og hvørja atgongd, tú hevur til at draga møgulig tap frá.
Les vegleiðingina hjá SKAT HER.
Tú skalt klikkja á ‘Lånebaseret crowdfunding’ á síðuni, sum vit linka til.
Eg havi gloymt mítt loyniorð – hvat geri eg?
Her sært tú, hvussu tú bíleggur eitt nýtt loyniorð? Tað er skjótt at gloyma eitt loyniorð, tí vit hava so nógv ymisk at minnast til.
Tú kanst biðja um at fáa nýtt loyniorð á okkara online palli uppá bert nøkur fá sekund.
Far til síðuna, har tú ritar inn á Flex Funding online palli. Beint undir teigunum, har tú skalt skriva tín teldupost og títt loyniorð, trýstir tú á hetta leinki:
‘Gloymt loyniorðið’. Síðan er HER.
Á síðuni skrivar tú so tín teldupost og klikkir á knøttin ‘Nullstilla’.
Gev gætur, at tú ikki fært at vita, um tú skrivar ein skeivan teldupost.
Eg fái ikki mín váttanarteldupost?
Síggj hvat tú kanst gera, um tín váttanarteldupostur ikki kemur fram.
Tá tú stovnar teg sum brúkara á okkara online palli, senda vit tær ein váttanarteldupost, har tú skalt klikkja á eitt leinki.
Onkuntíð kann tín teldupostskipan senda teldupost í eina sonevnda SPAM-mappu ella í eina mappu til óynsktan post.
Hygg í hesa mappu fyri at vita, um telduposturin frá okkum liggur har. Um telduposturin er sendur frá hesum telduposti: [email protected], so kanst tú flyta hann í tín innbakka.
Nú kanst tú klikkja á váttanarleinkið og halda fram við stovnanini.
Tað er skilagott at skráseta okkara teldupost sum “trygga” í tínari teldupostskipan.
OSS fyri lántakarar
Hvør kann søkja um lán?
Síggj hvørji krøv vit seta til tína fyritøku, áðrenn tú kanst søkja um lán.
Øll partafeløg (t.e. feløg við avmarkaðari ábyrgd P/F, Sp/F og líknandi), sum eru skrásett í Føroyum og Danmark kunnu søkja um eitt lán frá Flex Funding.
Felagið skal kunna læna og sum útgangsstøði vera eldri enn 2 ár.
Í løtuni arbeiða vit við at veita lán til partafeløg, sum eru yngri enn 2 ár. Set teg fyri okkara tíðindabrævi. Tá tað gerst møguligt at veita lán til partafeløg, sum eru yngri enn 2 ár, fært tú kunning um tað.
Tað ber IKKI til at søkja um lán til eitt einstaklingavirki.
Kann eg søkja um lán um eg eigi eitt einstaklingavirki?
Lán til einstaklingavirki
Í løtuni ber bert til hjá partafeløgum at søkja um lán. Eitt partafelag er eitt P/F ella Sp/F ella líknandi.
Tað ber sostatt IKKI til at søkja um lán, um tín fyritøka er eitt einstaklingavirki.
Set teg fyri okkara tíðindabrævi. Tá tað gerst møguligt at veita lán til einstaklingavirkir, fært tú kunning um tað.
OSS fyri lánveitarar
Hvussu eru mínir pengar tryggjaðir hjá Flex Funding?
Trygging av tínum innistandandi um Flex Funding fer á húsagang
Títt innistandandi er tryggjað 100%, um Flex Funding fer á húsagang. Flex Funding er ikki ein peningastovnur, men felagið hevur óavmarkað loyvi frá Fíggjareeftirlitinum at veita tænastur viðvíkjandi gjaldstænastum og elektroniskum pengum í samsvari við “lov om betalingstjenester og elektroniske penge”. Fíggjareftirlitið setur krav um, at serligar “Sikringskonti” skulu stovnast í einum peningastovni, tá annað virksemi verður rikið samstundis (“Ring Fencing”). Flex Funding rekur eisini virksemi innan lánmiðling.
Endamálið við at stovna “sikringskonti” í einum peningastovni er at tryggja pengarnar hjá kundunum móti kravognarum, um nú Flex Funding fer á húsagang, sí. lóg § 22 og kunngerð §5.
Trygging av tínum innistandandi, um peningastovnurin hjá Flex Funding fer á húsagang
Trygdargrunnurin fyri innskjótarar og íleggjarar heftir fyri innistandandi upp í eina upphædd á EUR 100.000 (uml. 750.000 kr.), um so er, at peningastovnurin hjá Flex Funding fer á húsagang.
Innistandandi á tínum kontum er tryggjað á sama hátt sum onnur innistandandi í peningastovnum, og tað merkir, at trygd verður veitt upp til EUR 100.000 fyri hvønn innskjótara, fer peningastovnurin hjá Flex Funding á húsagang. Við “innskjótara” meinast tann persónurin, sum í veruleikanum eigur innskotið, og tí er avmarkingin galdandi fyri hvønn kunda sær.
Les meira um reglurnar hjá Trygdargrunninum fyri innskjótarar og íleggjarar á www.gii.dk ella set teg í samband við Flex Funding.
Soleiðis eru tíni beinleiðis lán (lánslutir) til fyritøkur tryggjað
Beinleiðis lán til fyritøkur verða ikki síðustillað við innistandandi í Flex Funding, og eru tí ikki tryggjað samsvarandi. Tá tú gert íløgur umvegis Flex Funding, tá lænir tú pengar til smáar og millumstórar fyritøkur. Tað kann hava við sær bæði vinning og tap. Um ein fyritøka verður endurreist ella fer á húsagang, so kann tín lánslutur verða heilt ella partvíst tryggjaður móti tapi umvegis pant ella kautión frá fyritøkuni ella triðja manni. Hevur tú framhaldandi krav ímóti lántakara eftir innloysing av trygdunum, so ert tú partur av búnum sum ein vanligur ognari við kravi um útbýti av býtisupphædd. Útbýtið fer fram í samsvari við kravaflokking í trotabúgvi, sum er staðfest í konkurslógini.
Hvussu kann eg flyta pengar til mína Flex Funding kontu?
So lætt er at flyta pengar av tíni bankakontu til tína Flex Funding kontu.
Tú kanst flyta pengarnar beinleiðis á tínum netbanka ella við at biðja tín peningastovn um at gera eina flyting.
Pengarnir skulu flytast til trygdarkontuna hjá Flex Funding í Danske Bank, sum er 3409 11469019 (tey fyrstu 4 tølini eru bankans skrásetingarnummur).
Tað er umráðandi, at tú skrivar títt Flex Funding kontunummar rætt í tekstteigin. Títt Flex Funding kontunummar er : DKDKKXXXXXXXX (DKDKK + 8 tøl). Rita inn á okkara Online Platform at síggja títt kontunummar.
Gev gætur at ein bankadagur gongur, áðrenn tú sært tínar pengar á tíni Flex Funding kontu. Tað kann vera skilagott at biðja um eina straksflyting ella ‘flyting sama dag’ í tínum netbanka.
Hvussu taki eg pening úr mínari Flex Funding kontu?
Síggj hvussu tú kanst flyta innistandandi av tíni Flex Funding kontu
Tú kanst flyta pening beinleiðis av tíni Flex Funding kontu til tína bankakontu í okkara online palli.
Rita inn á Flex Funding online pallin. Vel Kontu – Útgjald í valmyndini. Hevur tú fleiri enn eina Flex Funding kontu, velur tú hvørja kontu, sum tú vilt flyta pengar av.
Í teiginum ‘Upphædd, sum tú vilt flyta’ skrivar tú upphæddina, sum tú vilt flyta. Tað kann ikki vera meira enn upphæddin, sum stendur í teiginum ‘tøk salda’.
Klikkja síðani á ‘Góðkenn’.
Nú verður upphæddin sjálvvirkandi flutt til tína bankakontu. Gert tú flytingina áðrenn kl. 14:00, so er upphæddin á tíni kontu næsta bankadag. Hetta er eisini galdandi í vikuskiftum og halgidøgum.
Hvussu broyti eg kontunummar til mín peningastovn?
Her sært tú, hvussu tú kanst broyta tí atknýtta bankakontunummar
Rita inn á Flex Funding online pallin. Á yvirlitinum ‘Mínar kontur’, sum tú finnur undir valmyndini ‘Mín síða’ klikkir tú á blýant ímyndina út fyri tí Flex Funding-kontuna, sum tú vilt broyta.
Undir yvirskriftini ‘Vís smálutir um tína bankakontu’ kanst tú skriva navnið á tí nýggja peningastovninum og/ella broyta skrásetingarnummar, kontunummar og IBAN-nummar.
Klikkja á knøttin ‘Goym broytingar’ og góðkenn.
Hvussu geri eg íløgur hjá Flex Funding?
Her sært tú, hvussu tú kanst læna til fyritøkur.
Hjá Flex Funding kanst tú seta tínar pengar í nýggj lán ella verandi lánslutir.
Nýggj lán
Skalt tú gera íløgur í nýggj lán, skalt tú rita inn á Flex Funding online pallin og velja valmyndina Marknaður – Marknaður – Nýggj lán.
Her sært tú eitt yvirlit yvir tey lán, sum tú kanst bjóða uppá. Øll tey nýggju lánini koma á uppboðssølu, har tú sum lánveitari kann bjóða við upphæddum og rentum.
Á yvirlitinum sært tú, hvussu long tíð er eftir á eini uppboðssølu, hvussu nógv er lænt í prosentum, lánsupphædd, fyritøka o.a.
Undir teiginum ‘Lántakari’ klikkir tú á fyritøkuna, sum tú vilt bjóða uppá.
Áðrenn tú bjóðar kanst tú gjøgnumganga fyritøkuna. Tú sært lyklatøl, upplýsingar um fyritøkuna, váðaflokk, roknskap og tú hevur møguleika at seta lántakaranum beinleiðis spurningar.
Vilt tú bjóða, skalt tú velja hvørja kontu, tú vilt bjóða frá, hvussu nógv tú vilt bjóða og til hvørja rentu.
Síðani klikkir tú á knøttin ‘Gev boð.
Lánslutir
Fyri at seta pengar í verandi lánslutir, skalt tú rita inn á Flex Funding online pallin og velja valmyndina Marknaður – Marknaður – Lánslutir.
Her sært tú eitt yvirlit yvir tær fyritøkur, sum hava lánslutir til sølu. Ein lánslutur verður seldur ella latin einum øðrum lánveitara ella íleggjara.
Á yvirlitinum sært tú, hvussu nógvir lánslutir eru til sølu, hvønn rentubólk teir liggja í, umframt tann samlaða søluprísin.
Undir yvirskriftini ‘Síggj lánslutir’ kanst tú klikkja á ‘Vel’ á tí fyritøkuni, sum tú vilt keypa lánslutir í.
Nú sært tú eina mynd við øllum upplýsingunum um fyritøkuna, umframt teir lánslutir, sum eru til sølu. Vel tann lánslutin, sum tú vilt keypa við at klikkja á ‘Keyp’.
Síðani velur tú, hvørja Flex Funding kontu, sum tú vilt gera íløgur frá. Klikkja á knøttin ‘Keyp’. Tú verður síðani biðin um at góðkenna.